Leygardagin 27. januar skipar dansifelagið Sláið Ring fyri einum seinnaparti og kvøldi, har allir tríggir tættirnir Regin, Brynhild og Høgni í Sjúrðar kvæði verða kvødnir. Hetta er neyvan gjørt í nýggjari tíð áður, og man ikki fara at verða gjørt aftur í bræði.
Allir tríggir tættirnir í Sjúrðar kvæði eru góð 600 ørindi til longdar til samans, og væntandi fer tað at taka umleið fýra tímar at koma gjøgnum alt kvæðið.
Óli Reinert á Geilini úr Tøkum Lætt fer at skipa Regin smið, Jóhannis Joensen úr Vága dansifelagi fer at skipa Brynhildar tátt og Kjartan Atlason úr Dansifelagnum í Havn fer at skipa Høgna tátt.
Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin, men fyri at meta um mongd av nátturða heita vit á fólk um at boða frá luttøku.
Dansað verður á síðupallinum í Sjónleikarhúsinum í Havn, byrjað verður kl. 16, og dansað verður út í eitt. Møguleiki er at fáa sær ein steðg og hvíla seg í "Áarstovu", tað er køkurin í ovara enda á Sjónleikarhúsinum, har vit eisini ganga inn. Her verður eisini ein drekkamunnur at fáa, meðan dansað verður.
Umleið kl. 20.30 – aftaná at allir tríggir tættirnir eru kvødnir – verður ein nátturðabiti við smurdum breyði. Tiltakið er ókeypis, men fyri at hava hóming av, hvussu nógv breyð skal bíleggjast, verður heitt á luttakarar um møguligt at siga frá luttøku antin í felag gjøgnum sítt dansifelag ella við telduposti til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald