Mentan

Kvøldseta á Kambsdali hóskvøldið

Listalærugreinir skúlans fara at framføra og sýna fram á várkvøldsetuni

2023-03-07 09:17 Author image
Innsent
placeholder

Várkvøldsetan á Miðnámi á Kambsdali verður hóskvøldið. Og í ár verða tað listalærugreinir skúlans, sum mynda kvøldsetuna. Lærugreinin leiklist fer at framføra nakrar av sínum nýtulkingum av klassikkarum hjá Shakespeare – umboðandi bæði tragediu og komediu.

Lærugreinin tónleikur hevur fjølbroyttar framførslur – bæði frá næmingum á C-stigi og A-stigi, og lærugreinin miðlakunnleiki sýnir nakrar av nýggjastu filmunum, sum eru gjørdir í undirvísingini.

Kvøldsetan er eitt kærkomið høvi hjá avvarðandi at næmingum, hjá fyrrverandi og komandi næmingum eins øllum áhugaðum at síggja og hoyra ein part av tí nógva kreativa arbeiðinum, sum fyllir gerandisdagin hjá næmingum og lærarum á Miðnámi á Kambsdali.

Í steðginum selur ein flokkur kaffi, te og okkurt gott afturvið, nú næmingar savna sær pening til námsferð, so tað kann vera eitt gott hugskot at hava reiðan pening uppi á sær. Lestrarvegleiðarar verða tøkir at svara møguligum spurningum og umrøða ivamál, hjá teimum, sum ætla at søkja inn á miðnám. Og so verður sjálvandi høvi at hyggja seg um á skúlanum og heilsa upp á starvsfólk og onnur hetta kvøldið. Kvøldsetan byrjar kl. 19. 

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder