Innanlands

Kvøldskúlanæmingar framføra og sýna fram

Kvøldskúlin í Eysturkommunu hevur framsýning í býráðshúsinum í Norðragøtu sunnukvøldið

Millum annað verður framsýning av ymiskum handaligum arbeiði á skránni (Mynd: Eysturkommuna)

Millum annað verður framsýning av ymiskum handaligum arbeiði á skránni (Mynd: Eysturkommuna)

2021-04-08 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur hava næmingar í kvøldskúlin í Eysturkommunu lært og gjørt ymiskt, ið tey nú fara vísa.

Á heimasíðu sínari boðar Eysturkommuna frá, at kvøldskúlin bjóðar til framsýning í býráðshúsinum sunnudagin 11. apríl frá kl. 17.00-20.00.

Eftir at Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevndini, hevur bjóðað vælkomin, verða tónleikaframførslur og dansiframførslur á skránni, og eisini verður framsýning av ymiskum handaligum arbeiði.

Tað eru Jón Eliasen og Benjamin Djurhuus, ið hava undirvíst í gittarspæli, Jón hevur eisini undirvíst í klaverspælið, og Magnhild Bólstein hevur í vetur havt næmingar til dans.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder