2018-08-16 14:19
Fiskifrøðingar hava mælt felagsskapinum NAFO til, at føroyska kvotan á Flemish Cap verður 4.600 tons næsta ár. Tað segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á fiskivinnutinginum í Klaksvík í gjárkvøldið.
Tað eru 2.000 tons meira enn í ár, tá kvotan fór niður á 2.491 tons.
Verður kvotan 4.600 tons, sum fiskifrøðingar mæla til, skulu 1.500 tons bjóðast út á uppboði sum uppboðsárskvota, tí 15% skulu bjóðast út sum sølukvota sambært lógini um sjófeingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald