Sum síðsta val, varð sundamaðurin Olvheðin Jacobsen valdur millum tey fýra at koma víðari til Six Chair Challenge undir dómaranum Kwamie Liv.
Kwamie hevur góðar royndir við føroyskum luttakarum, og førdi í fjør Tinu Mellemgaard heilt til finaluna.
X Factor er aftur í skipað á tann hátt, at hvør dómari hevur ein luttakara úr hvørjum flokki við sær til liveshows. Flokkarnir eru tey undir 23 ár, tey eldri enn 23 og so bólkar.
(Mynd: Lasse Lagoni / TV2)
Kwamie Liv hevur umframt Olvheðin valt trý onnur millum tey eldri enn 23 ár. Tey sleppa at royna seg í stólaspælinum, sonevnda Six Chair Challenge. Bara tvey í hansara flokki sleppa víðari til bootcamp, sum er síðsta stig áðrenn liveshows.
Til upptøkuroyndina sang Olvheðin Jacobsen lagið “What a Wonderful World” hjá Louis Armstrong.
Six Chair Challenge verður longu í næstu viku, og tá síggja vit lagnuna hjá Olvheðini, tí nettupp Kwamie Liv stendur fyrst fyri tørni fríggjakvøldið.
X Factor verður víst á TV2, men sæst eisini á TV2 Play.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald