Vikuskifti er, og tað eru vanliga ikki nógv fólk sum lata seg kanna. Í gjár, leygardagin, vóru 634 fólk potað, og í 305 førum, var testin positiv.
Hetta er lægsta tal av nýggjum tilburðum í longri tíð. Seinastu tíðina hevur dagliga talið ligið frá umleið 500 til 1000. Vit skulu aftur til 11. januar fyri at finna ein dag, har færri tilburðir enn 305 vórðu staðfestir. Tann dagin vóru 269 fólk staðfest positiv við koronu.
420 fólk gjørdust frísk aftur í gjár, og sostatt eru 4719 fólk positiv í løtuni.
Sjey fólk eru innløgd av koronu. 16 aðrir sjúklingar hava fingið staðfest koronu, men eru innlagdir av aðrari orsøk.
23 fólk eru nú deyð við koronu. Hetta er ein fleiri enn í gjár.
Hava fólk fingið staðfest covid-19 seinastu 30 dagarnar innan deyða, verða tey staðfest sum deyð við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald