Innanlands

Læknavaktin 1870 virkar sum vanligt aftur

Borgarar skulu ringja til egnan lækna í dagtímunum

2020-03-24 06:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá i dag klokkan 8 verður læknavaktin 1870 broytt aftur, soleiðis at borgarar frameftir skulu ringja beinleiðis til kommunlækna í dagtíð gerandisdagar. Í kommunulæknaviðtalunum verður telefonin svarað fram til klokkan 16.

Hesum boðar Heilsumálaráðið frá.

Borgarar, sum ikki hava ein fastan kommunulækna at venda sær til, kunnu venda sær til annan kommunulækna.

Eftir klokkan 16 gerandisdagar og í vikuskiftunum skulu borgarar venda sær til 1870.

Kommunulæknafelagið metir, at borgararnir fara at fáa eina betri tænastu, um teir kunnu ringja beinleiðis til kommunulæknan í dagtíð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder