Innanlands

Lækni: - Smittuuppsporan og sóttarhald eigur at vera avtikið

- og koronakanningar eiga at vera umbidnar av lækna, tá sjúklingar eru innleggingarkrevjandi. Korona fer at vera ein partur av tilveruni eins og influensa, sigur Jenny í Jákupsstovu, lækni

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-09-24 18:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jenny í Jákupsstovu, lækni, heldur ikki at korona eigur at blíva við at fáa so nógv uppmerksemi. Hon heldur, at vit eiga at gevast við smittuuppsportan og sóttarhaldi, sum vit gera í dag.

- Argumentið við smittuuppsporan var annars at sjúkrahúsverkið ikki skuldi hokna undan. Veruleikin er at Landssjúkrahúsið hevur sæð sera lítið til koronu.

Eisini heldur Jenny í Jákupsstovu, at koronukanningar eiga at verða umbidnar av lækna, men bara tá sjúklingar eru innleggingarkrevjandi. Hon sigur, at í vanligari praksis kannar kommunulæknin ikki fyri ávís virus, tí tað hevur ongan týdning hvat virus talan er um, tá ongin viðgerð er neyðug.

Les eisini: Lækni um at eingin skal smittast: Ketan hoppar púra av

Hon hevur lagt eina støðudagføring á Facebook, sum er farin í umferð. Dagføringin er deild fleiri ferðir, og nærum 100 fólk hava dámt.

Les alla støðudagføringina her:

Exit corona

Í eina tíð havi eg hildið meg uttan fyri corona kjakið, men í dag gjørdist eg kløkk av at viðurkenna at fleiri av innbodnu gestunum í 1 ára føðingardagin hjá dóttrini mugu geva avboð tí tey eru í sóttarhaldi.

Tað er púra høpisleyst framvegis at geva coronu slíkan ans og halda fast í somu mannagongdum við smittuuppsporan og sóttarhaldi. Øll frá 12 ára aldri hava fingið bjóðað koppseting og nógv hava tikið av. Vit kunnu tað sama gevast at halda fast í illusiónini um hópimmunitet. Tað er eyðsæð við Ísrael og Íslandi sum dømi. Corona fer at vera ein partur av tilveruni eins og influensa.

Argumentið við smittuuppsporan var annars at sjúkrahúsverkið ikki skuldi hokna undan. Veruleikin er at landssjúkrahúsið hevur sæð sera lítið til coronu. Hinvegin havi eg skilt, at barnadeildin í vikuni hevur verið overvað av børnum við RS virus, sum als ikki er ófarligt hjá teimum smæstu at fáa, og at øll C-PAP tólini, sum hjálpa við at fáa luft niður í lunguni, hava verið upptikin.

Eg eri lækni, men ikki coronaserfrøðingur. Tó vil eg loyva mær at koma við einum konkretum boði upp á coronu handfaringina framyvir:

-avtaka smittuuppsporan og sóttarhald

-coronukanningar skulu vera ordineraðar av lækna. Tað vil siga tá sjúklingar eru innleggingarkrevjandi. Í vanligari praksis kannar kommunulæknin ikki fyri ávís virus, tí tað hevur ongan týdning hvat virus talan er um, tá ongin viðgerð er neyðug.

-bjóða útsettum bólkum framhaldandi koppseting eftir vegleiðing frá relevantum myndugleikum (3. og 4. prik osv).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder