Innanlands

Lækni um at eingin skal smittast: Ketan hoppar púra av

Tá løgmaður sigur, at endamálið er, at eingin skal smittast við koronu, hoppar ketan púra av. Virussmittur eru ein partur av lívinum, á sama hátt sum at fáa til dømis hjartasorg er tað - tey allarflestu liva viðari, sigur Jenny í Jákupsstovu, lækni

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-07-10 14:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein Facebookstøðudagføring, sum Jenny í Jákupsstovu legði út í gjárkvøldið, er farin sum rótasúpan á sosiala miðlinum.

Hon er lækni, og meldar seg upp í kórið av fólki, sum seinastu dagarnar hava spurt, hvør veruliga ætlanin hjá landsstýrinum er.

- Eg sigi ikki at vit skulu sleppa øllum tilmælum. Men tá løgmaður í Degi og viku sigur, at endamálið er at ongin skal smittast við coronu, hoppar ketan púra av.

- Í 1 ár og 4 mánaðar hava vit øll útsett og tillagað okkara lív, so helst ongin skal doyggja av coronu. Men vit gloyma okkara kor og treytir í hesum heimi - vit skulu øll doyggja. Vit kunnu í mun til coronu í besta føri útseta deyðan nøkur ár hjá summum fólkum við at avmarka okkum sosialt og vinnuligt, skrivar Jenny í Jákupsstovu millum annað.

Higartil eru fleiri enn 200 fólk sum hava givið dagføringini ein tummil upp, og 50 hava deilt tað.

---

Her er øll støðudagføringin hjá Jenny í Jákupsstovu í fullari longd:

Keisarin er nakin - nøkur orð um coronu

Í 1 ár og 4 mánaðar hevur corona stýrt okkara lívum og okkara samfelag. Tey gomlu og veiku hava verið avskorin frá teirra kæru og mestsum sitið í isolatión í størri pørtum av hesum tíðarskeiði. Fólk hava ikki kunnað sagt vinum og kenningum seinasta farvæl til jarðarferðir. Tey hava heldur ikki kunnað verið saman við teirra kæru í útlondum. Brúdleyp eru avlýst í seinastu løtu. Eisini føðingardagar, veitslur, kappingar, ferðir, summarlegur og næstan alt annað sum gevur lívinum innihald. Pápar hava ikki kunnað sæð barn teirra í móðirlívi, ommur hava ikki kunnað hildið teirra fyrsta ommubarni sum nýføðingi. Og vit hava øll góðtikið hetta - tí talan er um eitt deyðiligt virus. Men hvussu nógv pláss vilja vit geva coronu áðrenn hon kvalir okkara lívsanda?

Corona hevur skert okkara persónliga frælsi og ført til økt eftirlit. Vit kunnu framvegis ikki ferðast frítt ella hava tiltøk uttan at taka hædd fyri smittutølum og hvør variantur av coronu nú ger seg galdandi. Ella bert um vit lata okkum kanna - og nú skulu vit eisini hópkanna okkara børn hóast tey ongi sjúkueyðkenni hava. Og koppseta okkum so vit kunnu fáa coronapass.

Koppsetingin er vónandi og væntandi trygg, men hon hevur ikki verið ígjøgnum tær áralangu trygdargóðkenningarnar sum vanliga eru galdandi fyri koppsetingar, og soleiðis er tað.

Coronavirus verður í heiminum mett at hava eina deyðiligheit á umleið 0,15% (infection fatality rate). Tað vil siga, at av 1000 fólkum sum gerast sjúk, doyggja 1 ella 2 fólk. Av teimum sum doyggja eru nógv eldri enn 70 ár. Vit eiga eisini at spyrja okkum sjálvi um corona deyðiligheitin sigur alt? Hvat við teimum sum hava verið sjúk av onkrum øðrum og ikki eru sloppin til lækna rættstundis? Hvat við teimum har sjúkuótti og annar ótti hevur yvirtikið teirra gerandisdag? Hvat við øllum sum hava livað í einsemi, sum er vísundaliga staðfest at vera farligari enn royking?

Og tey sum so eru deyð av corona, hvussu nógv góð ár høvdu tey havt eftir? Eg veit at yngri fólk eisini eru vorðin álvarsliga sjúk av coronu og at nøkur fáa langtíðarfylgjur, men eg meti at vit geva coronu eina makt, sum hon als ikki hevur uppborið. Ung fólk doyggja eisini onkutíð av sjúku - ella tí tey eru skeivt stað til skeiva tíð - hatta eru treytirnar í okkara tilveru.

Í 1 ár og 4 mánaðar hava vit øll útsett og tillagað okkara lív, so helst ongin skal doyggja av coronu. Men vit gloyma okkara kor og treytir í hesum heimi - vit skulu øll doyggja. Vit kunnu í mun til coronu í besta føri útseta deyðan nøkur ár hjá summum fólkum við at avmarka okkum sosialt og vinnuligt. Búskaparligu avleiðingarnar dugi eg slett ikki at úttala meg um, men eg veit tær eru stórar. Men við at útseta lívskvalitetin hjá okkum øllum, hava vit so ikki eisini tikið av lívinum hjá okkum øllum? og er hetta ein prísur vit vilja gjalda?

Tey siga at vit skulu halda út eina løtu afturat, tí tá hava vit hópimmunitet. Í Ísrael, sum hevur verið skjótast at koppsett fólk, er nú aftur krav um munnbind ásett, tí smittan spjaðist. Og tá eru enntá sera ivasom prógv fyri at munnbind forða smittu ímillum vanliga fólkið.

Eg sigi ikki at vit skulu sleppa øllum tilmælum. Men tá løgmaður í degi og viku sigur at endamálið er at ongin skal smittast við coronu, hoppar ketan púra av. Tí at virussmittur eru ein partur av lívinum, á sama hátt sum at fáa til dømis hjartasorg er tað - tey allarflestu liva víðari. Eg haldi vit skulu innsíggja at keisarin er nakin - corona er bert ein av nógvum hóttanum. Hvussu longi skal júst corona sleppa at skerja og trýsta okkum øll? Onkur orsøk er til líðing og enda av lívinum hjá øllum, og tað er okey at tann orsøkin eitur corona hjá summum. Vit mugu liva meðan vit liva.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder