Innanlands

Læknin ið ávaraði um coronavirus fekk hjartasteðg og stríðist nú fyri lívinum

34-ára gamli kinesiski læknin royndi at ávara mynduleikar um sjúkuna. Hann gjørdist sjálvur smittaður, og varð fyrr í dag kunngjørdur deyður. Nú er hann fyribils fingin til lívs aftur

Li Wenliang liggur í sjúkrasongini, hart raktur av Coronavirusinum

Li Wenliang liggur í sjúkrasongini, hart raktur av Coronavirusinum

2020-02-06 17:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Li Wenliang hevði í desember sjey sjúklingar, ið allir tyktust at verða smittaðir við einari sjúku, sum kom frá  fiskamarknaðinum í býnum - einum virusi ið minti um SARS, ið herjaði í serliga Kina í 2002 og 2003.

Li Wenliang var lækni á einum sjúkrahúsi í Wuhan. Tað er býurin, sum í 2020 er vorðin heimskendur sum føðistaðurin hjá coronavirusinum, ið hevur smittað yvir 28.000 fólk, og sum hevur tikið 563 mannalív í Kina. Hetta er eitt størri deyðatal, enn SARS hevði.

Kinesiski læknin fekk sambart altjóða miðlum ein varhuga um, at okkurt var heilt galið, og at talan var um eitt nýtt virus, ið kundi drepa fólk. 30 desember royndi hann at ávara mynduleikar um støðuna, men hann fekk at vita, at hann ikki skuldi spreiða falskar leysasøgur og skapa óneyðugan ótta. Heilsumynduleikar í Kina søgdu, at tað ikki kundi prógvast, at tað smittaði frá fólki til fólk, og at útbrotið kundi steðgast.

Í vikuni skrivaði New York Times, at Kina reageraði ov seint, og vísti nemliga á at ein lækni í Wuhan hevði roynt at ávara starvsfelagar og onnur um støðuna.

Li Wenliangs varð sjálvur smittaður av sjúkuni, og fyrr í dag varð kunngjørt, at coronavirusi hevði kostað honum lívi. Stjórin í heimsheilsustovnunum, Mike Ryan, segði, at tey syrgdu deyða Wenliangs, at læknin skal verða fagnaður fyri hansara arbeiði í málinum. Hetta hevur WHO lagt út á Twitter.

Kinesiski miðilin Global Times skirivar tó, at Li Wenliangs er fingin til lívs aftur eftir sín hjartasteðg, men at støða hansara framvegis er kritisk. 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder