Innanlands

Lærarafelagið fer at handa veðurlagsvirðisløn

Verður handað á fyrsta sinni á aðalfundi hjá felagnum í morgin

2020-06-19 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags eitur ein virðisløn, sum verður handað fyri fyrstu ferð í morgin.

Hetta hendir á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag á Hotel Føroyum.

Endamálið við virðislønini er at gera vart við veðurlagsavbjóðingar og veðurlagsloysnir í øllum samfelagnum sum heild, serliga í útbúgvingarhøpi. Virðislønin skal eggja til arbeiði við burðardyggum loysnum í skúlanum og samfelagnum. 

Allir fólkaskúlar og frískúlar kunnu søkja um at fáa Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags.

Virðislønin verður latin árliga. Vinnandi skúlin fær eitt heiðursbræv, “Veðurlagsprógv”, og 25.000 krónur, sum í mestan mun skal fara til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum.

Virðislønin verður latin einum skúla, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

Vinnarin skal hava lokið minst eitt av hesum krøvum:

  • Skarað framúr í arbeiðinum við útbúgving í burðardyggari menning.
  • Verið virkin í at økja tilvitanina um, hvussu veðurlagsavbjóðingar kunnu loysast. Loysnirnar kunnu vera staðbundnar og til dømis snúgva seg um orkunýtslu, burturkast, nýtslu, keyp og flutning.
  • Fingið burðardygga menning við í arbeiðið í skúlanum.

Hetta er fyrstu ferð at virðislønin verður handað. Føroya Lærarafelag samstarvar við Betri og FNU um virðislønina, og partarnir ynska, at vit við hesum tiltaki kunnu stuðla undir, at føroysk útbúgving í størri mun leggur dent á kunnleikan um veðurlags- og umhvørvisavbjóðingar, so at børn og ung fáa øktan kunnleika og verða meiri tilvitað um hesar avbjóðingarnar. Læra um burðardygga menning er eitt øki, ið vit sum skúli og samfelag eiga at geva gætur, sigur lærarafelagið.

Trý valevni til tveir nevndarsessir
Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag skuldi upprunaliga vera 2. mai, men varð útsettur orsaka av korona-støðuni.

Tveir nevndarlimir standa til val, Andreas á Rípuni og Tórhallur við Gil, sum báðir stilla uppaftur. Men tað verður stríðsval um sessirnar, tí eisini Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoy, stillar upp. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder