Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja týska filmin ”Das Lehrerzimmer”, sum hevur vunnið fleiri týskar og altjóða virðislønir.
Í filminum síggja vit ”Babylon Berlin” stjørnuna, Leonie Benesch, sum er hugsjónarligi lærarin, Carla.
Tá ein skúlanæmingur, ið er av turkiskari ætt, verður skuldsetur fyri umfatandi stuldur á skúlanum, setir Carla sær fyri at kanna málið. Við myndatóli í telduni koma tey eftir, at tað er eingin annar enn skrivarin Friederikke. Henda avdúking elvir til eina tvístøðu, sum fær stórar avleiðingar.
Filmurin byggir á handrit, ið leikstjórin Ilker Çatak hevur skrivað saman við Johannes Dunckers, sum í veruleikanum hevur verið fyri lýstu hendingunum á sama skúla.
Lærarastovan, Das Lehrerzimmer, verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið kl. 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald