Tá Barna- og útbúgvingarmálaráðið í desember 2022 fekk handað stóru uttanhýsis serfrøðingametingina av Fróðskaparsetri Føroya, var høvuðsniðurstøðan, at "Fróðskaparsetrið fult út lýkur sínar skyldur, tá tað ræður um at røkka fleiri ára gamla málinum hjá Føroyum um at gerast limur í European Higher Education Area - EHEA".
Metingin hjá serfrøðingunum tók útgangsstøði í European Standards and Guidelines (ESG), sum eru standardirnir fyri, hvussu góðska eigur at tryggjast av hægri útbúgvingum í EHEA. ESG fevnir um tríggjar partar: Innanhýsis góðskutrygging, uttanhýsis góðskutrygging og óheft eftirlit, sum uttanhýsis góðskutryggingarstovnar skulu taka sær av.
Sum part av tilmælunum frá serfrøðingunum hevur Fróðskaparsetrið arbeitt við at gera skipanir, so at regluligar eftirmetingar og góðskutryggingar verða gjørdar av útbúgvingunum fyri at tryggja, at tær standa mát og fylgja við tíðini og tørvunum, sum broytast. Og tann fyrsta útbúgvingin, sum er royndarkoyrd eftir hesi innanhýsis góðskutryggingarskipanini, er læraraútbúgvingin.
Grundin til, at hon stóð fyrst fyri tørni, var hetta tilmælið frá serfrøðingunum:
– Stóru útbúgvingarnar á Námsvísindadeildini eru grundleggjandi góðar, og verkligi parturin er í høvuðsheitum í samsvari við tilsvarandi útbúgvingar í Norðurlondum og aðrastaðni við. Vit mæla til, at besti mátin at stuðla framhaldandi menning av útbúgvingunum er, at tær verða tær fyrstu, sum verða vigaðar í nýggju skipanini við regluligum eftirmetingum.
Á heysti í fjør varð ein eftirmetingarbólkur so settur at viga læraraútbúgvingina.
Eftirmetingarbólkurin var mannaður við Fridu Poulsen, útbúgvingarleiðara fyri lærararútbúgvingina, sum var forkvinna í metingarbólkinum, Elisabeth Holm og Ingibjørg H. Reinert frá Góðskueindini á Setrinum, Janusi Jensen, sum er sakkønur, og Ninnu Reinert, útbúgvingarsamskipara frá Námsvísindadeildini. Elsebeth Jensen, ph.d. í didaktikki, Via University College í Aarhus og Randi Myklebust, ph.d. í fleirmælisnámsfrøði og norskum sum annaðmál, Høgskulen í Volda, vóru við í arbeiðinum sum uttanhýsis ráðgevarar.
Eftirmetingin av læraraútbúgvingini er gjørd samsvarandi ESG 1.9. Og sjóneykan varð sett á samanhang, samstarv og framtøku.
Vísandi til ESG 1.9 so er endamálið við útbúgvingini lutvíst rokkið, tí eftirmetingin gevur greiðar ábendingar um, at hon svarar til tørvin hjá lesandi og samfelagnum, sum er eitt eyðsýnt góðskumát.
Ein onnur niðurstøða í eftirmetingini er, at ógvuliga ymisk sjónarmið eru um, hvat læraraútbúgvingin er og skal vera, sum hevur ávirkan á fakliga samleikan hjá útbúgvingini, sum so eisini vísir aftur á ein ótýðiligan og ótíðarhóskandi útbúgvingarprofil.
Mælt verður tí til, at útbúgvingarprofilurin verður endurskoðaður, og at hugt verður eftir skeiðslýsingum og samanhangi millum tey ymisku skeiðini.
Harumframt eigur samstarvið millum undirvísarar at vera styrkt.
Starvslæran eigur at verða endurskoðað bæði í vavi og dygd. Og so verður eisini víst á tørvin á, at gransking, sum er viðkomandi fyri lærararútbúgvingina, er heilt avgerandi fyri at tryggja vitanargrundarlagið.
Í alt mælir eftirmetingarbólkurin til at seta í verk 19 átøk.
Sum liður í góðskuskipanini á Setrinum verða tilmælini frá eftirmetingini nú skipað í eina ítøkiliga virkisætlan, har greiðar tíðarfreistir og ábyrgdarbýti verða ásett til einstøku uppgávurnar.
Frágreiðingin kann lesast her.
Fróskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald