Leygarkvøldið 9. september verður serligt tiltak á bryggjarínum OY á Hálsi í havn, har kynslívið hjá monnum verður viðgjørt.
Tað er við danska høvundanum Jacob Kjærgaard, sum seinastu tíggju árini hevur undirvíst monnum í at meistra sína seksuellu orku.
Hann hevur verið frammi í DR2 og ørðum donskum miðlum, og í 2022 gav hann út bókina “Bedre sex, mand!” sum greiðir frá teknikkinum.
Tað finst ein teknikkur, ið loysir langt tær flestu seksuellu avbjóðingarnar, ið fyrikoma fyri menn – sum til dømis ov skjóta avgongu, potenstrupuleikar, manglandi neista við partnaran, porno bundinskap osv.
Hesin sami teknikkur økir eisini vanliga orkustøðið, gevur ágrýtni og íblástur í gerandisdegnum, og lærir teg munin á útloysn og orgasmu og harvið at gerast ein multiorgastiskur maður.
Tað sum skal til, er at ein lærir at meistra sína seksuellu orku, og tað er eins og at súkkla, verður sagt – tá tú dugur tað, so dugur tú tað.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo. Umframt ølsmakking verður eisini tónleikur við Herborg Torkilsdóttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald