Innanlands

Lætnað heili 63 kilo

Laila Tihekari hevur roynt keto seinasta árið. Tað hevur eydnast væl

Við sær í studio í morgun hevði Laila Thihekari klæðir sum hon passaði fyrr. Rættiliga stór klæðir

Við sær í studio í morgun hevði Laila Thihekari klæðir sum hon passaði fyrr. Rættiliga stór klæðir

2020-10-27 11:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Laila Tihekari hevur í meira enn eitt ár verið upp á ketokur, og er lætnað heili 63 kilo. Hesum greiddi hon frá í Góðan morgun Føroyum í morgun.

Og tað merkist væl, at so nógv er farið av kroppinum. Hon greiddi frá, at hon altíð var ræðuliga móð. Orkaði nógv minni, og at alt var nógv strævnari. 

- Arbeiðsdagarnir gingu fínt, men tá man kom heim so lá man bara og golvaði á sofuni. Nú er einki problem.

Laila Tihekari sigur, at hon hevur roynt nógvar kurar, men teir hava ongantíð eydnast.

- Eg havi prøvað tað, sum prøvast kann. So er tað misslukkast, og so eri eg versna fyri hvørja ferð. Og eg havi ongantíð verið so stór sum áðrenn eg byrjaði uppá keto.

Keto er ein slankikurur, sum snýr seg um at minka um nøgdina av kolhydratum í matinum. So sum at minka um nýtsluna av pasta, rís, epli, breyð, mjólk, sukri og so víðari.

Og tað er tað, sum Laila Tihekari hevur gjørt.

- Eg eti meira ella minni alt, men eg haldi meg frá stívilsi og sukuri. Um eg eti breyð, so baki eg tað sjálv, sigur Laila Tihekari, sum sigur, at ætla fólk sær í holt við keto, so skulu tey kunna seg um tað fyrst.

Øll samrøðan var stroymd á Facebook-síðuni hjá Góðan morgun Føroyum, og sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder