2020-05-14 11:32
Nú kirkjurnar fara at lata uppaftur, kann Christianskirkjan í Klaksvík bjóða rørslutarnaðum lættari atgongd til kirkjuna.
Tann eina hurðin hevur fingið pumpu og kann latast upp uttan og innan av rørslutarnaðum.
- Hetta er eitt frambrot fyri tey rørslutarnaðu heldur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd.
Sí filmin herundir, sum Christianskirkjan hevur gjørt um nýggja átakið fyri at lætta um hjá teimum rørslutarnaðu. Marjun Lómaklett greiðir frá, og vit síggja Mariu Olsen og Hans Jacob Heinesen royna hurðina sum fyrstu koyristólsbrúkarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald