Innanlands

Lættari hjá Apple-brúkarum at skriva føroyskt

Ð’ið og strikan yvir frambroddurin (’) komin við á knappaborðið

2019-09-20 12:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í nýggjastu sleppingini av iOS-stýriskipanini hjá Apple, iOS 13, er føroyskt knappaborð tøkt. Hetta er komið eftir at Føroya Tele áhaldandi hevur arbeitt við at fáa Apple at nýta føroyskar bókstavir. Hetta skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi í dag

– Tað hevur leingi verið okkara hjartamál at fáa føroyska málið inn í Apple-tólini, so tað er eins lætt at skriva á føroyskum sum á øðrum málum. Vit hava arbeitt miðvíst, og eftir drúgt samskifti við fleiri ymiskar deildir hjá Apple, umframt viðkomandi fólk í eitt nú danska Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, er hetta nú ein veruleiki, sum vit eru errin at vera partur av, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.

Omanfyri 50 prosent av teimum, sum brúka farnetið hjá Føroya Tele, eru iPhone-brúkarar, og tí eru tað nógvir føroyingar, sum nú fáa føroyskt knappaborð. Nýggja sleppingin, iOS 13, er tøk á iPhone 6S, SE og nýggjari modellum.

Soleiðis finnur tú knappaborðið, tá tú hevur dagført til iOS 13: Indstillinger -> Generelt -> Tastatur -> Tastaturer -> Tilføj nyt tastatur

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder