Seks fólk av teimum 1.075 fólkunum, sum um mánaðarskiftið apríl-mai vóru við í kanningini av føroyska skuggatalinum, høvdu andevni móti koronavirus í blóðinum. Hetta svarar til 0,6 prosent av teimum kannaðu.
Hetta er nakað hægri enn prosenttalið á teimum føroyingunum, ið hava fingið staðfest koronasmittuna.
Til dato hava 187 fólk havt sjúkuna. Tað svarar til 0,4 prosent av fólkinum.
Úrslitið av skuggatølunum vísir sostatt, at tað helst eru nøkur fólk, ið hava havt smittuna uttan at hava verið kannað og uttan at hava merkt til tað. Um 0,6 prosent høvdu havt smittuna, hevði tað svarað til 313 fólk.
Hetta upplýsir Deildin fyri Almannaheilsu í tíðindaskrivi í dag, nú úrslitið av umfatandi kanningini er klárt.
Úrslitið varð nakað seinkað, tí bíðað hevur verið eftir analysutilfari úr Kina í út við ein mánað, verður upplýst í tíðindaskrivinum.
Ein líknandi donsk kanning frá Statens Serum Institut vísti, at 1,1 prosent av tilvildarliga valdum dønum høvdu andevni móti korona mátað við somu test, sum varð brúkt í føroysku kanningini, og sum verður mett at vera millum mest álítandi testir á marknaðinum.
Niðurstøðan í føroysku kanningini er, at at smittufyribyrgjandi arbeiðið í Føroyum hevur virkað væl, tí skuggatølini eru so lág.
Verkætlanin er gjørd í samstarvi millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya. Sjálv kanningin varð skipað á Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu og evnafrøðiligu greiningarnar vórðu gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald