2021-10-01 07:27
Hósdagin 7. oktober letur upp nýggj framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Tað er listakvinnan, Laila Nikolajsen, ið sýnir fram.
Fernisering verður 7. oktober frá klokkan 17 til 19, har Laila hugleiðir um sína list. Kaffi og køkur verður bjóðað, og eisini verður møguleiki at hitta listakvinnuna.
Talan er um eina søluframsýning við ímyndandi nútíðar list.
Listaframsýnignin kann síggjast til 3. november. Opið er gerandisdagar millum klokkan 15 og 17.30 og leygardagar millum klokkan 11 og 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald