Mentan

Laila og Malan framføra saman á Summar Festivalinum

Royndu songkvinnurnar hava framført nógv saman, umframt at tær hava verið við í bólkum og givið ymiskt út

2023-07-04 18:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dugnaligu og royndu songkvinnurnar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir hava verið við í ymiskum bólkum og kórum og hava eisini stigið fram sum solistar. Nú er greitt, at tær skulu hava framførslu á ársins Summar Festivali, fyrst í august.

Laila var eitt nú við í bólkinum Carlsen, sum í 2018 luttók í danska Grand Prixnum.

Malan Eyðunsdóttir var á sinni songkvinna í Mark No Limits, og hon hevur givið tónleik út undir egnum navni.

Laila og Malan hava framført nógv saman, og vóru báðar við í væl umtókta bólkinum Flamma. Tær eru sterkar sum solistar, og tær eru framúr sum kórsangarar.

Summar Festivalurin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder