2021-09-21 17:45

Tað er ríkiligt til av koppingarevni í Føroyum, men ferðin á koppsetingini er minkað ógvuliga nógv seinastu vikurnar.
Í síðstu viku, sum er vika 37, vóru 619 koppsetingar gjørdar. 294 fólk fingu fyrra prikið meðan 325 fólk fingu seinna prikið.
Ikki síðan í mars mánað eru so fá fólk í Føroyum koppsett. Í viku 12 vóru 462 fólk koppsett við fyrru sproytuni, og 67 fólk fingu annað prikið. Samanlagt 529 fólk fingu í vikuni 12 sum er frá 22. mars til 28. mars.
Vikan har flest fólk vóru koppsett í Føroyum var vika 27, 5. juli til 11. juli. Tá vóru tilsamans heili 7002 fólk koppsett.
Fleiri hagtøl síggjast á corona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald