2020-05-18 10:21
Alivinnan hevur upplivað ein rættiliga fittan prísvøkstur á marknaðinum seinastu dagarnar.
Norski netmiðilin iLaks heintar hvønn fríggjadag inn prísir og tøl frá eini røð av veitarum á ymsum stigum í norsku alivinnuni.
Og nýggjasta uppgerðin vísir, at laksaprísurin hevur tikið eitt lop uppeftir seinastu dagarnar.
Kiloprísurin er upp móti 70 krónum, norskum, og tað er ein prísvøkstur upp á yvir 10 krónur upp á bert eina viku, vísir miðilin á.
Og nógv bendir á, at prísurin fer at halda sær oman fyri tær 60 krónurnar í eina tíð afturat, sigur ein laksaseljari við iLaks.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald