Laksatorgið, sum er afturvendandi summartiltak hjá Runavíkar kommunu, verður aftur á skrá í summar, og í ár verður tað 22. juli, boðar Visit Runavík frá í tíðindaskrivi.
– Havnalagið niðri á Støð á Glyvrum er karmur um stóra Laksatorgið. Bátafelagið spílar seg aftur í ár út, og til høvi verða kør sett upp við alskyns sjódjórum í. Skráin verður kunngjørd í næstum, men vit kunnu avdúka, at ein góð skrá verður sett saman og fevnir um undirhald til bæði børn og vaksin. Stór grill og tjøld verða á økinum, har m.a. ókeypis smakkroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa.
– Virkið hjá Bakkafrosti letur dyrnar upp fyri almenninginum, har skipað verður fyri rundvísing á virkinum, framløgum, tónleiki, umframt at ábit verður at fáa.
– Stóra Sølutorgið verður á økinum. Talan er um alt frá leikamarknaði, sølu av bundnum vørum, gávulutum, kaffi, endurnýtslu, pannukøkum og mongum afturat.
Í næstum ber til hjá fólki at bíleggja sær borð til Sølutorgið, og verður boðað frá hesum á heimasíðuni hjá Visit Runavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald