
Helst eru tað fleiri húski heima á Sandi, sum fara at fáa sær góðan laks til døgurða í kvøld.
Tað heldur borgarstjórin heima á Sandi, Poul Klementsen, sum upplýsir at partur av laksinum, sum slapp úr einum tøkubúri hósnáttina, er fingin aftur í gørnunum, sum eru sett fyri at avmarkað útláti av villum laksi í Sandsvág.
- Og menninir hjá Mowi hava ikki verið kargir at geva burturav. Fólk, sum eru komin oman í havnina at fregnast, hava fingið laks frá teimum, um tey hava havt áhuga fyri tí. Laksur, sum er sloppin, kann ikki brúkast í framleiðsluni, greiðir lokali borgarstjórin frá.
Poul Klementsen óttast heldur ikki fyri, at laksur er sloppin niðan í Sandsvatn.
- Tað er soleiðis, at tað ikki er gjørligt hjá laksi ella øðrum fiski at koma upp í vatnið í løtuni, tí áin er tipt. Tað sum rennur frá vatninum rennur bara út í sandin, greiðir Poul Klementsen frá.
Sambært borgarstjóranum er tað vanligt, at áin frá vatninum ikki røkkur heilt út á sjógv.
- Men einaferð loypir, og so er opið upp í vatnið aftur. Men í avtaluni, ið gjørd var við alararnar, tryggjaðu vit okkum, at fiskur ikki sleppur niðan í ánna. Serligar forðingar eru gjørdar fyri tí, so vit bera ongan ótta fyri, at slopni alilaksurin verður at finna í vatninum, sigur Poul Klementsen.
Kommunan er umhvørvismyndugleiki á staðnum. Borgarstjórin upplýsir, at kommunan er kunnað, og hevur fingið frágreiðing um hendiliga óhappið. Sambært borgarstjóranum riggar samstarvið millum alifyritøkuna og kommununa framúr væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald