Evropeiski miðbankin (ECB) hevur hækkað rentuna 10 ferðir síðani juli 2022. Føroysku bankarnir hava økt útlánsrenturnar, so hvørt sum evropeiski miðbankin hevur boðað frá rentuhækkingum. Í februar 2024 var miðal rentan á útlánum í føroysku bankunum 6% til vinnukundar og 5,2% til privatkundar.
Síðan árslok 2022 hava bankarnir eisini hækkað innlánsrentuna, sum var negativ hjá privatkundum frá februar 2020 til áleið árslok 2022, ímeðan vinnukundar byrjaðu at gjalda negativa rentu longu í september 2019, og almennu stovnarnir og kommunurnar síðani mai 2017.
Miðalrentumarginalurin hjá føroysku peningastovnunum er øktur úr 3,1 prosentstigum hjá privatkundum (húsarhald) í juli 2022, upp í 4,1 prosentstig í februar 2024. Rentumunurin hjá vinnukundum (privatar og almennar fyritøkur) var 3,6 prosentstig í juli 2022 og er øktur til 5,6 prosentstig í februar 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald