
Leygardagin 12. apríl 2025 hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund.
Har var millum nevndarval var á skránni. Felagið skrivar, at tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali, eins og tríggir varalimir gjørdu.
Seinastu tíggju árini hevur Ingeborg Vinther, verið í nevndini. Men kenda fakfelagskvinnan og fyrrverandi løgtingskvinnan stillaði ikki uppaftur hesaferð.
Broytingin í nevndini gjørdist, at Maria Olsen úr Klaksvík fer frá varalimi til nevndarlim, og at Jákup Andreasen tekur við sum næstformaður. Ingeborg Vinther hevur annars verið næstforkvinna.
Forkvinnan síðani 2018 stillaði uppaftur, og Beate L. Samuelsen heldur fram sum fokvinna.
Í nevndina vóru vald:
Beate L. Samuelsen, Pensionistafelagið í Havn
Alfred Olsen, Pensjónistafelagið á Toftum
Maria Olsen, Pensjónistafelagið Hugni
Sum varalimir vóru vald:
Johild Joensen, Eldrafelagið Nón
Mads Guttesen, Pensionistafelagið í Havn
Hildibjarta Jacobsen, Eldrafelagið á Eiði
Eftir aðalfundin skipaði nevndin í Landsfelag Pensjónista seg soleiðis:
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Jákup Andreasen, næstformaður
Alfred Olsen, nevndarlimur
Erhard Jacobsen, nevndarlimur
Maria Olsen, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald