Innanlands

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi beinleiðis á KVF 27. oktober

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi verður sen beinleiðis úr Fiskastykkinum í Sandavági

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-10-16 16:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnukvøldið 27. oktober verður árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi.

Kringvarpið sendir beinleiðis úr Fiskastykkinum í Sandavági frá klokkan 19, boðar Reyði Krossur frá í tíðindaskrivi.

Í sendingini verða samrøður og innsløg um hjálpararbeiðið umframt undirhald og tónleikaframførslur við eitt nú Vágaverk, Guðrið Hansdóttir, Jasmin og Beinir.

– Landsinnsavningin er ein møguleiki hjá okkum øllum – fólki og fyritøkum - at savna pening til at hjálpa, har neyðin er størst – bæði her heima og úti í heimi. Við at lata eina peningaupphædd kanst tú vera við til at gera veruligan mun.

– Fyritøkur, feløg og kommunur kunnu fáa stuðulsupphæddina vísta á rullandi breddanum, sum verður at síggja niðast á skíggjanum undir allari sendingini. Fyri at tryggja sjónligheit frá byrjan av sendingini, skráset endiliga stuðulin longu nú á www.redcross.fo/fyritøkur.

Meira um landsinnsavningina, og hvussu ein kann stuðla, kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder