Innanlands

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi gav 3.418.020 krónur

85.000 krónur eru komnar afturat upphæddini frá sunnukvøldinum – Reyði Krossur hevur fingið 1,9 mió. krónur frá fyritøkum og 1,5 mió. krónur frá einstaklingum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-19 16:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin komu 3.333.090 krónur inn til Reyða Kross í sambandi við beinleiðis sjónvarpssendingina, og seinastu dagarnar hevur framvegisverið møguligt at stuðla.

Nú hevur Reyði Krossur almannakunngjørt samlaðu upphæddina, og uml. 85.000 krónur eru komnar afturat upphæddini frá sunnukvøldinum.

Landsinnsavningin 2020 gav nevniliga 3.418.020 krónur – harav 1,9 mió. krónur frá fyritøkum (yvirlit sæst her) og 1,5 mió. krónur frá einstaklingum. Talan er um eina methøga upphædd í sambandi við landsinnsavningina hjá Reyða Krossi.

– Við hesum úrsliti fær Reyði Krossur Føroya munandi betri grundarlag at skipa hjálpararbeiði, har tørvur er á tí, bæði í Føroyum og kring heimin. Reyði Krossur vil hervið takka føroyingum fyri stuðulin til tiltakið sunnukvøldið, skrivar felagsskapurin á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder