Innanlands

Landssjúkrahúsið: Triðja viðgerð verður í dag

Talan er um uppskot um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið. Tvey mál eru til aðru viðgerð

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-05-12 11:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trý mál skulu viðgerðast á tingfundinum í dag. 

Tað fyrsta er ein triðja viðgerð, og tað er uppskot um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið. 

Heilsumálaráðið legði tað fyri Løgtingið fyri jól. Uppskotið kann síggjast her

Nógv hevur verið frammi um, at meirkostnaðurin fyri nýggja H-bygningin er yvir 100 milliónir.

Eftir viðgerðina av hesum upskotinum verða tvær 2. viðgerðir. Fyrst er tað um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyting í WLTP avgjadsssatsnum fyri stórar vørubilar - sí her,), síðani er tað uppskot um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m (Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi - sí her

Til seinast verður framløga. Tingfundurin byrjar klokkan 13.30. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder