Seinastu tíðina hevur nógv verður tosað um fíggjarligu avleiðingarnar av koronaviruisnum hjá fyritøkum og hjá londum sum heild.
Í Føroyum er trýstið á ALS-skipanina og á fyritøkurnar vaksandi. At samfelagið er so nógv niðri í ferð hevur sína ávirkan.
Hetta staðfesta tølini og væntaðu tølini í uppriti, sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt.
Fíggjarmálaráðið metir, at tað er týðandi fyri Løgtingið, landsstýrið og kommunurnar at kunna meta um búsakpaðarstøðuna og um inntøkuvøksturin í samfelagnum sum heild. Í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið mett um búskaparligu avleiðingarnar av Covid-19.
Tað verður gjørt greitt, at óvissan um metingarnar er serstakliga stór, og metingarnar skulu skiljast við hesum í huga. Eisini vísur Fíggjarmálaráðið á, at í stóran mun eru Føroyar væl fyri til at standa ímóti afturgongdini.
Tað er tó eingin ivi um, at sjálvt um tað fer at ganga rætta vegin aftur skjótt, so verður missurin stórur: Upp til 5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í ár. Um tað fer at ganga heilt illa verður tað væntandi upp heilt upp ímóti 10 prosentum. Hallið í landskassanum verður helst áleið ein milliard og møguliga heilt upp í 1,5 milliard. Í tyngstu framtíðarímyndini væntar Fíggjarmálaráðið, at tað eisini verður yvir eina hálva milliard í 2021.
Tær tríggjar framtíðarímyndirnar kunnu síggjast í uppritinum
.
Høvuðsniðurstøðurnar í uppritinum eru hesar:
- Óvissan er serstakliga stór í løtuni. Neyðugt er at hava atlit at hesum
- Afturgongd verður sannlíkt í búskapinum í 2020 og møguliga eisini í 2021
- Búskapurin kann minka 3-10 prosent í 2020 - møguliga heldur minni í 2021
- Landskassin kann lættliga fáa hall á 800 mió. kr. og upp til 1,5 mia. kr. í 2020 og nakað minni í 2021
- Landið, samfelagið, kommunur, almennir grunnar, stórur partur av húsarhaldunum og stórur partur av vinnulívinum eru væl fyri at standa ímóti einum tíðarskeiði við afturgongd í búskapinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald