![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Í summum førum tykist virusið ikki at vera so smittandi, men í øðrum førum verða fólk rakt bara við at ganga fram við einum, sum er staðfest smittaður.
Soleiðis segði Landslæknin, Lars Fodgaard Møller á tíðindafundi hósdagin.
Landslæknin hevur eygleitt smittupjaðingina, og er hann komin fram til, at talan er um tvey sløg av koronavirus.
Landslæknin sigur við Berlingske, at hann undaðist á, hví summi smitta nógv, meðan onnur eingin smitta.
– Vit sóu, at teir fyrstu tilburðirnir vit høvdu, ikki smittaðu. Hóast tey høvdu kyst onnur, so høvdu tey ikki borið smittuna víðari, sigur Lars Fodgaard Møller við Berlingske.
– So kom eitt slag úr Danmark og eitt úr Íslandi, sum smittaði skjótt, so hesar báðar smittuketurnar gjørdust miðdepilin, sigur hann. Landslæknin leggur tó dent á, at talan fyribils bert er um eygleiðingar.
Landslækni Føroya setti seg í samband við Statens Serum Institut í Danmark, og har tóku tey undir við honum.
Anders Fomsgaard, leiðari á virusrannsóknarstovuni á Statens Serum Institut, sigur, sambært TV2, at fleiri kanningar eisini benda á, at talan er um tvey sløg av korona. Ein kinesisk kanning, sum varð gjørd fyrst í mars, vísti tað sama.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald