Innanlands

Landslæknin og fútin klára seg best

Lars Fodgaard Møller og Michael Boolsen verða av Føroya fólki mettir at hava klárað seg best í kunningini um korona. Tað vísir kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin

Lars Fodgaard Møller, landslækni og Michael Boolsen (Myndir: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni og Michael Boolsen (Myndir: Sverri Egholm)

2020-04-08 06:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrisfólkini og myndugleikarnir hava staðið seg væl í sambandi við kunningina um koronasmittuna, sum hevur fingið Føroyar niður í ferð seinastu vikurnar.

Tað vísir kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.

Lars Fodgaard Møller, sum til mánadagin røkti landslæknaembætið í Føroyum, og fútin, Michael Boolsen verða mettir at hava klárað seg best í kunningini um korona í spurninginum har til ber at velja tøl frá 1 til 5, har eitt er sera illa, og fimm er sera væl.

Nógvir tíðindafundir hava verið, og fleiri ferðir hava teir eisini verið frammi í Degi & viku og øðrum miðlum.

Av teimum í landsstýrinum er tað løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, sum fær best skotsmál, meðan Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri, er næstur honum.

Sum heild eru Føroya fólk væl nøgd við kunningina frá myndugleikunum um korona.

500 fólk svaraðu kanningini, sum varð gjørd av Spyr.fo fyri Portalin mánadagin 6. apríl. Spyr.fo hevur umleið 5000 fólk í svarpanelinum og tey spurdu verða tilvildarliga vald út, so býtið samsvarar við fólkið í mun til kyn, aldur og geografi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder