Innanlands

Landsseyðasýningin 2019: Vinnararnir verða kunngjørdir í annaðkvøld

Almenna tiltakið verður á Búnaðarstovuni. Landstýrismaðurin, Helgi Abrahamsen, handar virðslønirnar. Á skránni verða eisini m.a kunning um GPS'arar á seyði og vitjan úr Íslandi

2019-11-21 18:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjakvøldið 22.11.2019 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2019 verður almannakunngjørt. Sýnsmenn hava verið um landið og sýnað seyðin, sum varð meldaður til Landsseyðasýningina. Teir hava verið í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Sandoy og í Suðuroy.

Skráin fyri kvøldið er hendan:

  • Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.
  • Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.
  • Heini Mohr Hermansen, Føroya Tele, greiðir frá um GBS'arar á seyði.
  • Kaffisteðgur.
  • Ari Johanneson vísir videoupptøkur av upp í 8 av teimum bestu brundseyðunum í hvørjum flokki.
  • Eyjólfur Ingvi Bjarnason, Ráðgjafarmiðstøð landbúnaðarins, Ísland, greiðir frá um seyðasýningar í Íslandi. Eyjólfur hevur verið við sýnarunum kring landið, hann hevur sýnað luttakandi seyðirnar, soleiðis sum sýnað verður í Íslandi.
  • Úrslitini av Landsseyðasýningini 2019 verða kunngjørd, og landstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Helgi Abrahamsen, handar virðislønirnar. 

Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.

Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.

Búnaðarstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder