Dagarnir fyri árligur Landsseyðasýningina eru nú ásettir.
Sjálv sýningin fer fram kring landið í døgunum 7. til 9. november, og freistin at melda seyð til er 4. november klokkan 15, upplýsir Búnaðarstovan í tíðindaskrivi.
Fyri at luttaka í landsseyðasýningini, skal seyðurin vera sýnaður á lokalari sýning, ið er góðkend av Búnaðarstovuni. Harafturat skal seyðurin vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótsøðuføri móti ridluskriða, sum greitt er frá í reglugerðini fyri LSS.
Tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna 3 teir vakrastu veðragjólingarnar, 3 teir vakrastu veturgomlu veðrarnar og 3 teir vakrastu veðrarnar, 2 ár ella eldri.
Seyðurin verður sýnaður eftir einum stigaskala frá 0 – 10 fyri ávikavist – bein framman – bein aftan – horn – ull – heildarmynd. Mátini frá teimum lokalu sýningunum verða nýtt. Sýnsmenninir sýna hvør sær, og tá liðugt er á einum stað, verða sýnspappírini hjá teimum 5 dómarunum handað skrivaranum til varðveitslu.
Úrslitið av Landsseyðasýningini verður kunngjørt á Búnaðarstovuni fríggjadagin 15. November klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald