Innanlands

Landsstýrið tikið meira enn eina milliard í láni

Hetta er við at selja lánsbrøv í Føroyum og uttanlands. Lánið er tikið fyri at rinda aftur eitt lán, sum fellur til gjaldingar í næsta mánaða. Nýggja lánið fellur til gjaldingar um fimm ár

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2024-05-15 11:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroya Landsstýri tók í gjár eitt lán á 1,1 millard krónur. Hetta er við at selja lánsbrøv í Føroyum og uttanlands.

Landsbanki Føroya skrivar, at lánið er tikið fyri at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 2. juni.

Nýggja lánið er eitt 5-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 24. mai 2029. Áljóðandi rentan er 3,25 prosent. 

- Rentustøðið er hækkað nógv síðani juli 2022, og tað merkir eisini at landskassin skal rinda meira fyri síni lán. Tó er rentan eitt vet lægri enn rentan fyri lánið, sum varð tikið í juni í fjør. Áljóðandi rentan á tí láninum er 3,625 prosent, samanborið við 3,25 prosent fyri lánið, sum landsstýrið tók í gjár, skrivar landsbankin.fo

Tað eru Landsbanki Føroya og Nordea Bank, sum hava fyrireikað lántøkuna. Sambært Landsbankanum gekk sølan av lánsbrøvunum skjótt og væl. Eftirspurningurin eftir landskassans lánsbrøvunum var eisini munandi størri, enn tann upphæddin ið tørvur var á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder