Føroya Landsstýri hevur í dag tikið knappar 3 mia. kr. í láni. Næstan helvtin av upphæddini verður nýtt til at rinda aftur lán, sum fellur til gjaldingar 11. juni. Hin parturin, sum er 1,6 mia. kr. skal nýtast til at fíggja eitt væntað hall á fíggjarlógini í 2020 og 2021 orsakað av koronakreppuni. Sostatt veksur lánsbrævaskuldin hjá landskassanum við 1,6 mia. kr.
Lántøkan á tilsamans 2,945 mia. kr. er framd við at selja lánsbrøv, eitt tvey ára lánsbræv og eitt fimm ára lánsbræv. Sølan fór fram í morgun frá klokkan 9 til 10:30, og gekk sølan sera væl. Keypararnir løgdu boð inn fyri 7,3 mia. kr. tilsamans, ið merkir at áhugin fyri føroyskum lánsbrøvum er stórur. Umframt føroysku peningastovnarnir, var áhugin eisini stórur hjá donskum peningastovnum og pensjónskassum.
Áhugin fyri fimm ára lánsbrævaláninum var nakað størri enn fyri tvey ára lánsbrævinum. Tískil er fimm ára lánið á 1,645 mia. kr., meðan tvey ára lánið er á 1,3 mia. kr.
Effektiva rentan, sum bæði tekur rentuna og kursbroytingina við í roknistykkið, er 0,185% fyri fimm ára lánið og -0,081% fyri tvey ára lánið. Kursurin er ávikavist 99,702 og 100,162.
At rentan er negativ fyri tvey ára lánið merkir í stuttum, at landskassin fær meira burtur úr, enn ásettu lánsupphæddina. Hóast lánið eitur 1.300 mió. kr., so fær landskassin 1.302,1 mió. kr., og skal kortini bert rinda 1.300 mió. kr. aftur, tá ið lánið fellur til gjaldingar um tvey ár.
Árligi rentukostnaðurin fyri hesi bæði lánini er umleið 2 mió. kr.
Umleið 1/3 av samlaðu lánsupphæddini á 2,945 mia. kr. er selt til føroysku peningastovnarnar.
Hóast lánsupphæddin er 2,945 mia. kr., veksur skuldin hjá landskassanum við 1,6 mia. kr. Restin av láninum verður brúkt til at rinda eitt annað landskassalán aftur, og tí ávirkar tað ikki støddina av skuldini. Samlaða lánsbrævaskuldin hjá landskassanum er nú 5,3 mia. kr. Nettoskuldin er um 2,3 mia. kr., sum svarar til umleið 11% av BTÚ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald