Í dag var seinasta freist at leggja fram uppskot fyri løgtingið, og landsstýrið upplýsir í dag, at tað hesar seinastu dagarnar hevur latið løgtinginum 27 uppskot, so at talið av uppskotum frá landsstýrinum hesa tingsetuna tilsamans er komið upp á 54 uppskot.
Í fráboðanini frá landsstýrinum verður upplýst hvat sjey av teimum 27 uppskotunum snúgva seg um. Tað eru:
- Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin)
- Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti
- Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven)
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttarøkið)
- Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving og stuðul, gransking, menning og nýskapan
- Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)
Hvørji hini uppskotini eru, fæst at vita, tá uppskotini alment verða løgd fram á løgtingsfundi. Sambært heimasíðu Løgtingsins verður fyrstkomandi løgtingsfundur um eina viku. Fríggjadagin 6. mars er eisini framløga á skránni.
Nógv umrødda uppskotið um at skatta vinning av fiskiloyvin gjørdist ikki liðugt áðrenn freistin var farin at lata løgtinginum uppskot.
Landsstýrið boðar frá, at uppskotið kortini verður latið løgtinginum í næstum við 17 undirskriftum, sum krevst fyri at fáa undantak fyri at lata uppskot inn.
Talan er um eina serlóg við ávísum løgfrøðiligum avbjóðingum, sum fyrisitingin arbeiðir við í løtuni, skrivar landsstýrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald