Innanlands

Landsstýrið: Sambandsmenninir klára seg best

Spyr.fo: Løgmaður er toppskorari - Jenis og Elsebeth Mercedis fáa lægst ummæli

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-04 12:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er bara Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum fær karakter oman fyri miðal av veljarunum, tá spurt verður um hvussu hvør einstakur limur í landsstýrinum hevur staðið seg síðan borgarliga landsstýrið varð skipað.

Á veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin síðsta fríggjakvøld, vórðu tey spurd eisini biðin um gera eina meting av teimum einstøku landsstýrisfólkunum.

Og samlaða metingin er, at tað eru menninir hjá Sambandsflokkinum, sum hava klárað seg best.

Bara løgmaður yvir miðal
Tó er tað bara løgmaður, sum fær karakterin oman fyri miðal. Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður við heiðsumálum fær trý, sum er miðal, tí møguleiki var at svara frá 1 til 5, har 1 er ’sera illa’ og 5 er ’sera væl’

Hini landsstýrisfólkini liggja undir.

Ringast ummæli frá veljarunum fær Jenis av Rana, einasta umboð fyri Miðflokkinum í landsstýrinum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, einasva kvinna í landsstýrinum, sum fáa 2,6.

Ikki óvæntað fáa landsstýrisfólkini nógv betri ummæli frá teimum veljarunum, sum hava valt ein av teimum trimum flokkunum í samgonguni, enn frá veljarunum av andstøðuni.

Samgonguveljararnir geva øllum landsstýrisfólkunum yvir miðal við løgmanni á einum greiðum fyrsta plássi. Andstøðuveljarar geva ummælið undir miðal til øll, men her er tað Kaj Leo Holm Johannessen, ið fær best ummæli.

Havnarfólkum dámar ikki landsstýrið
Men, sum valið eisini vísti, er stórur munur á hugburðinum hjá veljarunum, alt eftir hvaðani í landinum tey koma. Veljarin uttan fyri Havnina er nógv fegnari fyri landsstýrisfólkini, enn veljararnir í høvuðsstaðnum eru. Borgarligu landsstýrisfólkini fáa øll ummæli undir miðal frá havnarfólki og nærri miðal og oman fyri frá veljarum uttan fyri Havnina.

Sí talvuna herundir.

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder