Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við eitt nú umhvørvismálum, skal nú svara einum spurningi um, hvat landsstýrið ætlar at gera við ljóðdálkingina, ið er vorðin ein alsamt størri trupulleiki á ávísum plássum.
Tað er Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum ein grein 52-spurning, sum skal svarast skrivliga.
Løgtingsmaðurin vísir á trupulleikarnir við ljóðdálking, sum felagið Heimafriður hevur víst á, eitt nú í Saltangará, Runavík, á Signabø og í Fuglafirði og aðrastaðni.
Djóni Nolsø Joensen heldur, at slíkar áheitanir skulu takast í álvara.
- Talan er ikki bara um óskaðiligt órógv í gerandisdegnum, tí nógv og jøvn ljóðdálking hevur beinleiðis ávirkan á heilsuna hjá fólki. Í oktober mánaði í fjør gav altjóða heilsustovnurin, WHO, út umhvørvisleiðreglur fyri Evropa, har víst verður á, at óljóð er ein vandi fyri bæði likamligu og sálarligu heilsuna. Eisini hava læknafakligir myndugleikar í Føroyum gjørt vart við, at tað er neyðugt at taka ljóðdálking í álvara, vísir Djóni Nolsøe Joensen á.
Hann skrivar, at landstreymur til skipini kann vera ein loysn, men at umráðandi er at felags reglur verða gjørdar fyri alt landið, so trupulleikin ikki bara verður fluttur úr einari havn í aðra.
Djóni Nolsøe Joensen (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald