Uttanlands

– Heimurin fer ikki at sakna Khamenei

Danski verjumálaráðharrin vónar, at hetta er eitt stig ímóti meira frælsi til iranska fólkið

Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-01 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heimurin fer ikki at sakna Ali Khamenei ayatollah, sum í gjár varð dripin í álopum á Teheran, sigur danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen.

Les eisini: Iran váttar: Khamenei er deyður

– Iranska prestastýrið hevur hótt sítt egna fólk og hótt frælsa heimin við møguligum kjarnorkuvápnum, sigur hann sambært Ritzau.

– Heimurin fer ikki at sakna Ali Khamenei ayatollah, sum nú er dripin, eftir at USA hevur lopið á iranska yvirgangsstýrið.

Troels Lund Poulsen vónar, at deyða Khamenei kann elva til broytingar hjá iranska fólkinum.

– Mín vón er, at hetta er eitt stig ímóti, at iranska fólkið fær sítt frælsi, og at vit harvið kunnu gera heimin meira tryggan.

Les eisini: – Iranska stýrið er óndskapurin sjálvur

Les eisini: – Iran eigur at hevna seg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder