2025-03-05 20:33

Tjóðveldi skal finna nýtt landsstýrisfólk í fiskivinnu- og samferðslumálum eftir at Dennis Holm í farnu viku varð loystur úr starvi.
Og ætlanin er, at tað skal finnast hesa vikuna. Tað sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, við Kringvarpið.
Miðilin skilir, at tað helst verður ein úr tingmanningini, sum verður landsstýrisfólk.
Tey sum í løtuni sita á tingi fyri Tjóðveldi eru Eirikur í Jákupsstovu, Annika Olsen, Hervør Pálsdóttir, Bjørt Samuelsen, Liljan Weihe og Dennis Holm. Tá síðstnevndi kom aftur í tingið úr landsstýrinum, fór Erling Eidesgaard úr løgtinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald