Vinna

Landsstýrismaður við hetlendingar: - Hugsið stórt

Hóast stórar verkætlanir eru í umbúnað bæði innan varandi orku og rakett- og fylgisveinavinnu mælir Bjarni K. Petersen hetlendingum at hugsa stórt á øðrum týðandi samfelagsøkjum eisini.

Føroyska ferðalagið ávegis til Hetlands við tyrluni hjá Atlantic Airways

Føroyska ferðalagið ávegis til Hetlands við tyrluni hjá Atlantic Airways

2025-03-20 16:43 Author image
Jan Müller
placeholder

Her sipar hann ikki minst at byggja tunlar, sum kunnu binda oyggjarnar saman eins og fjarskifti sum internet, ið bæði kunnu vera við til at venda gongdini í Hetlandi og vónandi steðga fráflytingini og skunda undir at fáa tey ungu, sum fara inn á meginlandið at útbúgva seg, at koma heimaftur.  

Bjarni K. Petersen stóð á odda fyri einum føroyskum ferðalag, sum vitjaði í Hetlandi seinastu dagarnar eftir innbjóðan frá hetlendska lokalmyndugleikanum “Shetland Island Council”.

[object Object]

Tað heldur sjáldsama og óvanliga við hesi ferðini til grannaloyggjarnar var tann, at flogið varð beinleiðis millum Vágar og Sumburgh í Hetlandi við tyrlu. Vit skulu mong ár aftur í tíðina, har slík flúgving varð gjørd. So hetta var eisini ein jalig avbjóðing og uppliving fyri royndu flogskipararnar hjá Atlantsflogi.

[object Object]

Og uppaftur sjáldsamari var tað eisini, at hesin túrurin beinleiðis millum Føroyar og Hetland var fyrstu ferð landsstýrismaðurin var við tyrlu, Ikki nokk við tí. Hetta var eisini hansara fyrsta vitjan í Hetlandi. So alt hetta skuldi kunnað skapt grundarlag fyri onkrum jaligum á samstarvsøkinum millum oyggjarnar.

[object Object]

-Eg eri errin av at vitja okkara stoltu grannar og síggi fyri mær, at hetta kann gerast byrjanin til eina nýggja og gevandi framtíð í báðum oyggjasamfeløgunum sigur Bjarni Petersen við lokala BBC útvarpið í Lerwick. Hann heldur, at bæði Hetland og Føroyar kunnu læra av hvørjum øðrum, og tað er so sanniliga uppá tíðina at seta skjøtil á samvinnu millum tvey lond, sum liggja so tætt við hvørt annað og sum hava somu áhugamál á nógvum økjum, eitt nú eisini geopolitiskt í Norðuratlantshavi.

[object Object]

Undir vitjanini í Hetlandi hava føroysku vinnulívsumboðini havt høvi at hitta umboð fyri hetlendska vinnu og myndugleikar og hevur ørgrynna av málum verður á borðinum. Ein kann siga, at entusiasman hevur verið stór frá báðum síðum og hevur landsstýrismaðurin sýnt framúrskarandi evni at lýsa viðurskifti í Føroyum og seta hesi í relatión til hetlendska samfelagið.

[object Object]

[object Object]

Tað hevur so eisini gjørt, at hetlendska oyggjaráðið hevur sett fram ynski um at vitja í Føroyum í heyst. -Nógv er at tríva í sigur hetlendski convinarin, Andrea Manson við BBC og heldur,  vit kunnu eins væl leggja út við einum fótbóltsdysti millum oyggjarnar og harvið vekja fram aftur gomul minni.

BBC tosaði eisini við komandi valevnið hjá SNP í Hetlandi, Hanna Mary Goodlad og spurdi hana, hvønn týdning ein slík vitjan kann fáa. Hon bjóðar seg fram sum valevni til skotska tingið um 15 mánaðir, og hon dylur ikki fyri, at ein vitjan sum henda og tann í Føroyum seinni í ár kunnu koma at merkja komandi valið í Hetlandi. Sjálv er hon fyri tunlum og størri sjálvræði eftir føroyskari uppskrift. 

[object Object]

Bjarni Petersen sigur við Portalin, at hann sær møguleikar fyri samstarvi á nógvum økjum og nevnir nøkur, orku, mentan, bústaðarviðurskifti, vinnu og sosiala sektorin.

Undir vitjanini varð høvi at fara kring allar oyggjarnar og síggja menningina har men eisini manglandi menningina, sum ikki minst stavar frá einum ótíðarhóskandi infrakervi. Har heldur landsstýrismaðurin, at hetlendingar hava nógv at  læra av føroyingum og ikki minst føroyska hugburðinum og drivinum til at gera skilagóðar samfelagsligar íløgur, eisini tá tær eru stórar.

[object Object]

Hesar spurningar og aðrar fer Portalurin at umrøða í komandi greinum, ikki minst spennandi rakett- og fylgisveinaverkætlanina í Unst, ein ætlan, sum eisini kann fáa týdning fyri Føroyar.

Vitjað varð á fiskamarknaðinum í Scalloway, stóru havnini í Lerwick, í Dales Voe, har stór útbygging er framd til at taka upp stórar oljupallar til upphøggingar eins og hjá lokala myndugleikanum SIC, "Shetland Island Council", har høvi var at umrøða eitt nú orkumál, sum fylla nógv í Hetlandi. 

Forvitnisligt var eisini hjá føroyska ferðalagnum at hitta føroyavinin og rithøvundan John Goodlad, sum hevur skrivað bókina "The Salt Fish Road". 

Føroysku ferðalagið fevndi um hesi: Bjarna K. Petersen, landsstýrismann, Hannus Petersen, fulltrúa, Niels Mortensen, nevndarformann í Atlantic Airways, Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, Páll Vesturbú og Jóna Olsen frá Føroya Tele, Tummas Justinussen frá Smyril Line/Skansi, Niclas Joensen frá Articon, Ólavur Ellefsen, Flowcore og Fróðskaparsetrinum, Kate Sanderson, sendikvinna í Bretlandi, Jón Nielsen frá SEV, Johan Mortensen frá Baldur og Jan Müller frá FÓÍB. Flogskiparar vóru Andreas Mouritsen og Rani Herup. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object][object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder