Boðini um broytingar í leiðslukunningarskipanini sum leiðslurnar hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi fingu í gjár, verða tikin aftur.
Hetta var ein broyting í roknskapargóðkenningarskipanini hjá Landssjúkrahúsinum í gjár hevði við sær, at Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, varð skrásettur sum stovnsleiðari fyri allar kontur hjá Sjúkrahúsverkinum.
Hetta verður tó av ongum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, við útvarpið í kvøld.
Málið hevur elvt til rumbul seinasta samdøgrið, tí eitt nú Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi kendi seg tikna av ræði. Eisini politikarar hava gjørt vart við hetta, og suðuroyartinglimurin í Javnaðarflokkinum, Bjarni Hammer, sett Kaj Leo Holm Johannesen ein grein 52 fyrispurning um málið.
Alexandra á Dul er boðin á fund í Heilsumálaráðnum fyrrapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald