Tað hevur ikki borið til hjá almenninginum at fáa innlit í hvørjar fyritøkur hava søkt um lønarískoyti frá ALS, men nú hevur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, heitt á stýrið fyri ALS um at taka spurningin upp av nýggjum.
ALS stýrið skal viðgera um meirinnlit sambært innlitslógini kann gevast, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe í einum grein 52 fyrispurningi.
Grundgevingin hjá ALS hevur annars verið, at talan er um eina stuðulsskipan til starvsfólk, og ikki til fyritøkurnar. Eisini tað, at fleiri upplýsingar eru um starvsfólkini eru latin í sambandi við umsóknina, sum sambært persónsupplýsingarlógini eru persónsupplýsingar.
ALS metti, at upplýsingar um fyritøkurnar, sum hava brúkt stuðulsskipanina, óbeinleiðis kunnu eyðmerkja starvsfólkini, ið fáa lønarískoyti úr skipanini.
Stýrið fyri ALS fer at viðgera áheitanina á komandi stýrisfundi, verður sagt í svarinum.
Flest fólk vóru í lønarískoytiskipanini 4. apríl tá 4320 fingu ískoyti. Síðani er talið av móttakarum minkað við nærum einari helvt, niður í 2207 fólk. Útgjaldið er í mesta lagi 20.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald