Innanlands

Nýggj almannalóg fyri løgtingið

Nýbrot fyri tey, sum annan hátt hava tørv á almannatrygd og tænastum, sigur landsstýriskvinnan. Lógin skal avloysa gomlu forsorgarlógina

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landstýriskvinna, leggur í morgin lógina fyri tingið

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landstýriskvinna, leggur í morgin lógina fyri tingið

2020-03-05 17:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er ein týðandi lógarpakki, sum nú verður lagdur fyri Løgtingið. Hetta verður eitt nýbrot fyri tey, sum á ein ella annan hátt hava tørv á almannatrygd og tænastu.

Hetta sigur landstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur, nú ein nýggj almannalóg er til reiðar at verða løgd fyri tingið. 

Í lógini er ásett, at tænastur í størri mun skulu veitast við støði í tørvinum hjá tí einstaka - ikki útfrá hvørjar tænastureru til taks. Eisini er ásett, at  borgarin  skal takast uppá ráð í ymsum støðum, og ein yvirrskrift er, at tænasturnar skulu veitast saman við brogaranum - heldur enn fyri borgarin. 

Talan er um ein lógarpakka við fimm lógum, ið skal avloysa gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum, og sum ikki verður mett at vera tíðarhóskandi.

Les meira á 
heimasíðuni hjá almannaráðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder