Innanlands

Landsverk: Meirkostnaðurin fyri útbyggingina á Landssjúkrahúsinum verður 152 milliónir

Landsverk hevur váttað tað, sum landstýrismaðurin í heilsumálum bar fram í seinastu viku. Millum annað spælir tað inn, at tað eru tíggju ár síðani, at játtanin til H-bygningin var gjørd, og at nógv er hent síðani. Eisini eru nógv umráðandi viðurskifti ikki tikin við í upprunaligu játtanina, og fíggjarligt yvirlit hevur væntað

Landsverk váttar høga talið á meirkostnaðinum fyri útbyggingina, ið Kaj Leo Holm Johannesen nevndi á tingi hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

Landsverk váttar høga talið á meirkostnaðinum fyri útbyggingina, ið Kaj Leo Holm Johannesen nevndi á tingi hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-08 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin segði Kaj Leo Holm Johannsen á tingsins røðarapalli, at sambært nýggjastu útrokninginum fór útbyggingin av Landsjúkrahúsinum at kosta 152 milliónir meira enn peningur upprunaliga var játtaður til.

Stór eykarokning fyri H-bygningin 

Serliga var tað H-bygningurin, ið tað snúði seg um, men Landsverk ger í dag greitt í skrivi, at talan er um kostnaðin fyri alla útbyggingina; ikki bert H-bygningin. Tó váttar Landsverk, at upphæddin sum landstýrismaðurin nevndi var røtt. Samanlagt kemur umbyggingin at kosta 804,6 milliónir.

Í skrivi á heimasíðu sínari verða høvuðsorsøkirnar til meirkostnaðin nevndar. Millum annað verður borið fram, at heildarætlanin fyri útbygging og dagføring av Landssjúkrahúsinum hevur nógv ár á baki. Játtanin til H-bygningin stavar heilt afturi frá 2009, og í hesum tíðarskeiði er nógv hent. Landsverk skrivar, at sjúkrahúsbygging er torgreidd og undir leypandi broytingum, eins og krøvini til tøkni alsamt økjast. 

Kostnaðarmetingin var ov lág, og ein játtan í 2016 lá heilar 38,5 mió. krónur frá tí veruliga fíggjartrørvinum tá. At H-bygningurin verður bygdur hevur eisini havt avleiðingar fyri hinar bygningarnar, niðurtøku og parkeringspláss. 

[object Object]

Útbyggingin av Landssjúkrahúsinum snýr seg ikki bert um nýggja H-bygningin fremst í myndini, men fevnir eisini um nógvar avleiddar verkætlanir. Hesar eru neyðugar at fremja fyri at fáa sjúkrahúsið at virka sum eina eind (Mynd: Landsverk)

Landsverk ásannar, at hædd er ikki tikið fyri øllum viðurskiftum í hesari verkætlanini, og at menniskjanslig mistøk gjørd, sum Landsverk hevur ábyrgdina av. Eitt nú hevur eitt veruligt fíggjarligt yvirlit mangla.

Alt hetta er komið fram í sambandi við drúgva kanningararbeiðið av verkætlanini, sum Landsverk setti í verk um ársskiftið, og sum nú er liðugt. Øll grundgevingin fyri meirkostnaðin kann síggjast á heimasíðuni hjá Landsverk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder