Innanlands

Landsverk stongir vegir frá klokkan 21

Tjørnuvíkarvegurin, Elduvíkarvegurin, Syrðadalsvegurin, Gjáarvegurin verða stongdir frá klokkan 21. Vandin fyri áarlopi er stórur

2022-12-19 20:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hann sigur frá nógvum regni í kvøld, og tí meta myndugleikarnir at stórur vandi er fyri áarlopi, eins og tað í allan dag hava verið á landsvegunum.

Tí er avgjørt, at stongja ávísar vegir frá klokkan 21. Talan er um Tjørnuvíkarvegin, Elduvíkarvegin, Syrðadalsvegin og Gjáarvegin.

Landsverk sigur eisini, at tað ikki er koyrandi á Kunoyarvegnum og á vegnum til Skælings.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder