2021-04-12 09:20

Ferðslan til Havnar hevur verið nakað tarnað í kalda góðveðrinum í morgun.
Helst er hálka orsøkin.
Nakað fyri klokkan níggju vóru bíðirøðirnar av bilum inn til Havnar langar. Hetta skyldaðist, at ein lastbilur ikki kláraði brekkuna niðan móti ljósstýrda vegamótinum í Hoydølum, har ísur varð lagstur á koyribreytina.
Bilurin varð settur út á vegjaðaran, og nú koyrir ferðslan sum vant aftur, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Bíðirøðin av bilum byrjaði áðrenn komið var til Sandvíkar (Mynd: Birgir Waag Høgnesen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald