Mánadagin skrivaði Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari, at tvey skip lógu við í bryggju Vestmanna, og at tey væntandi vórðu liggjandi í einar fimm dagar. Talan er um russiski trolarin Arctica, sum er á Vestmanna við fiski til farmaskipið Samskip Glacier, og talan er um eina roynd við umskiping.
Vestmanna bygdarráð hevur ikki samtykt at fara undir hetta virksemi, skrivaði kommunan.
- Men áðrenn man avvísir virksemi av hesum slag, verður tað kannað, um tað yvirhøvur ber til, og um vit ynskja hetta slagi av virksemi á havnarlagnum.
Tað hevur skjótt víst seg, at ljóðið, ella gangurin, sum kemur frá trolaranum MV Arctica ávirkar nógv í bygdini. Hetta skrivaði kommunan á heimasíðuni í gjárkvøldið, eftir at støðan varð viðgjørd á fundi í Bygdarráðnum.
- Bygdarráðið og Vestmannahavnar Havn ásanna, at gangurin frá skipinum í fleiri støðum í bygdini er so mikið nógvur, at tað gongur út yvir trivnaðin hjá borgarunum.
Semja varð um at eftirmeta hesa umskipingina og at kanna, hvussu trivnaðurin hjá borgarunum kann sameinast við framtíðar vinnuvirksemi á havnini. Málið verður fyrst beint í Havnarnavndina og síðani í Bygdarráðið til viðgerðar, skrivar Vestmanna kommuna.
Keiøkið, har skipini liggja, er avbyrgt, soleiðis at einans fólk við serligum loyvi sleppa umborð á skipini. Somuleiðis sleppur manningin ikki í land uttan heilt serligt loyvi, orsakað av støðuni við korona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald