Uttanlands

Lars Larsen fer til gravar hósdagin

Nú er møguleiki at leggja blómur á eitt serligt minnistað, tætt við har grøvin verður

(Mynd: Scanpix Denmark)

(Mynd: Scanpix Denmark)

2019-08-20 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár andaðist stovnarin og eigarin av stóru donsku fyritøkuni Jysk. 71 ára gamli "Dyne-Larsen" stríddist við krabbamein í livrini seinastu tíðina av lívinum.

Les eisini: Lars Larsen deyður

Jarðarferðin hjá Lars Larsen verður frá Sejs-Svejbæk kirkjuni við Silkeborg hósdagin seinnapartin. Hetta skrivar Midtjyllands Avis. 

Kirkjan, har jarðarferðin verður, hevur pláss fyri 180 pláss. Jarðarferðin er opin fyri almenninginum. Um tað verður fult, verður møguligt at fylgja við ígjøgnum hátalararnar, ið verða settir upp uttanfyri.  

Frá í dag er møguleiki hjá øllum at heiðra Lars Larsen við at leggja blómur. Hetta ereftir ynski hjá familjuni. Eitt minnipláss er gjørt tætt við seinasta hvíldarstaðið hjá vinnulívsmanninum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder